Illgruni um yvirgangsætlan í Washington

Amerikanska samveldisløgreglan FBI tók í dag ein mann, tí løgreglan vil vera við, at hann hevði ætlanir um at brúka spreingievni. Maðurin varð tikin nærhendis Capitol Hill í Washington, har amerikanska Kongressin húsast.

Ein talsmaður fyri løgmálaráðið sigur, at agentar hjá FBI tóku mannin í sambandi við kanningar í einum yvirgangsmáli.

Ein talsmaður fyri FBI sigur, at samveldisløgreglan hevur eina tíð hildið eygað við manninum, sum eitur Amine El Khalifi, og at avgjørt varð at taka hann í dag. Tað er kortini ikki greitt, hvat tann tikni verður skuldsettur fyri.

Tey seinastu árini hevur FBI tikið fleiri fólk, sum hava verið undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um yvirgang í amerikanska høvuðsstaðnum.