Franska løgreglan er nú farin undir at kanna óreglusemi í sambandi við ein dyst í French Open, har illgruni er um avtalað spæl ella sokallað match-fixing.
Talan er um doubles dystin sum Yana Sizikova og Madison Brengle spældu ímóti Andreea Mitu Patricia Maria Tig í fyrsta umfari av kappingini 30 september.
Týska blaðið Die Welt skrivar sambært TV2, at veddað var á dystin fyri fleiri hundrað túsund evrur, og at eitt sera ivingarsamt servupartí hjá Yanu Sizikova hevur havt við sær, at myndugleikarnir nú kanna dystin fyri svik.
Talan var um fimta partí í øðrum setti, sum Yana Sizikova servaði.
Sizikova leggur út við at serva dupultfeil - báðar bóltarnar í netið - og fyrsta servan í øðrum stigi fer eisini í netið. Onnur servan fer kortini tvørturum, men Sizikova setir seg av onkrari orsøk niður á vøllin, sum hevur við sær, at hon røkkir ikki næsta bóltin.
Mitu og Tig leggja seg síðan á odd 0-40, áðrenn Sizikova aftur ger dupultfeil, hesaferð við at serva ov langt.
Die Welt vil vera við, at í minsta lagi ein spælari er partur av kanningararbeiðinum - uttan iva Sizikova.