Kanadiska politiið er farið undir at kanna tokvanlukkuna í lítla kanadiska býnum, Lac-Mégantic, sum eina brotsgerð.
Illgruni er tó ikki um, at talan kann hava verið um eina yvirgangsatgerð, men heldur, at møguliga kann sera grovt ósketni hava elvt til vanlukkuna.
Áðrenn føraraleysa tokið við 73 vognum við ráolju fór á rull, vóru sløkkiliðsmenn tilkallaðir, tí ein minni eldur var í einum av vognunum.
Felagið, sum eigur tokið, hevur illgruna um, at tað kunnu hava verið sløkkiliðsmenninir, sum hava sligið bremsurnar frá í sambandi við sløkkiarbeiðið.
Sløkkiliðsmenninir siga hinvegin, at starvsfólkini á tokstøðini eftirkannaðu alt, tá liðugt var at sløkkja eldin.
Ógreitt er tó, um hetta kann vera orsøk til, at hendingin nú verður kannað fyri grovt ósketni.