Svensku heilsumyndugleikarnir hava gjørt av at avbyrgja ein mann, tí illgruni er um, at hann kann hava fingið ta herviligu lungnasjúkuna SARS.
Hetta er fjórðu ferð, at svensku heilsumyndugleikarnir hava ávarað um, at sjúkan møguliga er komin hagar. Hinar tríggjar ferðirnar var talan kortini um aðrar sjúkur, men læknarnir í Stockholm søgdu í gjár, at røntgenmyndir benda á, at tann avbyrgdi maðurin hevur sjúkraeyðkenni, ið minna um SARS.
Á svenska stovninum, sum viðger smittusjúkur, halda tey kortini ikki, at talan er um SARS.