Illgruni um ILA við Stavanger

Norska alivinnan dregist javnan við ILA-smittu, og nú er tað alifelagið Bremnes Seashore við Stavanger, sum helst er rakt av ILA.

Tað frættist javnan, at alivinnan í Noregi dregist við ILA-smittu, og sambært iLaks er í løtuni illgruni um ILA í alingini hjá Bremnes Seashore við Stavanger.

 

Hin 21. desember boðaði alifelagið norska Matvørueftirlitinum frá, at tey sóu laks, sum kundi verið fongdur við ILA-smittu í brúkinum.

 

Illgrunin byggir sambært iLaks á positiv PCR-greiningarúrslit av fiski í alibrúkinum.

 

Matvørueftirlitið sigur, at tey skjótast gjørligt fara at kanna umstøðurnar, soleiðis at Djóralæknastovnurin endaliga kann staðfesta, um talan er um ILA.

 

Fyri at avmarka smittuspjaðing eru treytir settar Bremnes Seashore um laksin í nevda alibrúki, soleiðis at fiskur ikki kann flytast úr økinum uttan við serligum loyvi.

 

- Verður illgrunin um ILA endaliga staðfestur, fara vit at áleggja Bremnes Seashore at taka allan fiskin í alibrúkinum, sigur Matvørueftirlitið sambært iLaks.

 

##med2##

 

 

 

Norska alivinnan verður javnan rakt av ILA-smittu.