Illgruni um ILA í Árnafirði

Nú hava menn fingið illgruna um, at ILA eisini er í alibrúkinum hjá Hellisvað í Árnafirði. Hetta váttar stjórin Magnus Danielsen fyri Sosialinum, men enn er einki staðfest

Líkt er til at ILA fer at breiða seg um alt landið. Hetta hava djóralæknar og aðrir serfrøðingar sagt fleiri ferðir. Alarar eru sum vera man sera fjálturstungnir av hesi gongdini, men tað tykist at vera torført at byrgja upp fyri hesi herviligu sjúkuni.
Nú hevur alibrúkið í Árnafirði hjá partafelagnum Hellisvað eisini fingið illgruna um, at alt ikki ruggar rætt. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tí tikið nakrar royndir fyri at staðfesta illgrunan ella mana hann niður aftur í jørðina.
Peter Østergaard á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at nakrar royndir eru tiknar. Tær verða kannaðar uttanlands og í Føroyum, men enn er einki úrslit fingið av royndunum. Tað eru tríggjar ella fýra vikur síðani, at tær vórðu tiknar.
Magnus Danielsen sigur, at fellið ikki hevur verið meira enn tað vanliga. Enn er einki staðfest, og talan er bert um illgruna.
Alibrúkini hjá Faroe Salmon í Hvannasundi og við Kunoyarnes hava bæði fingið ILA, og Árnafjørður liggur ímillum hesi bæði brúkini.
Hann vil tó ikki upplýsa, hvussu nógvir ringar eru í alibrúkinum, og hann vil heldur ikki upplýsa, hvussu nógv tons ganga í teimum.
Hellisvað hevur bara alibrúk á Árnafirði, og tí fer tað at raka serliga meint, um alibrúkið verður stongt vegna ILA, tí teir hava einki annað alibrúk at dúva uppá.