Illgruni um ILA í Noregi

Herviliga ILA-sjúkan er longu staðfest í tveimum aliøkjum í Noregi og nú er illgruni um, at eitt triðja aliøki í Trøndelag eisini er rakt av sjúkuni.

 

Hesa ferð er talan um aliøkið hjá Marine Harvest í Grøttingsøya. Tað er Salmar, sum eigur hini bæði økini, sum eru rakt. 

 

Ola Helge Hjetland, sum er kunningarstjóri í Marine Harvest sigur við NRK at A-royndin vísti at økið var fongt av ILA, meðan B-royndin ikki vísti nakra smittu. Norska Matvørueftirlitið er tí boðsent, og fer at taka egnar royndir.

 

Tá sjúkan var staðfest í ringunum hjá Salmar, vóru øll aliøki í ein radius av fimm kilometur afturlatin. Aliøkið hjá Marine Harvest liggur uttan fyri stongda økið. Nú eru í alt átta aliøkið fyribils stongd.

 

Sjúkan rakar við ójøvnum millumbilum og er deyðilig fyri laksin. ILA er ikki vandamikið fyri menniskju, men kortini er krav um at allur laksurin verður tikin. Laksurin kann tó nýtast til matna.

- Í hesum ringunum var talan um tøkukláran laks, so tað fer ikki at hava stórvegis ávirkan á feløgini í hesum umfari, sigur Toril Lund Celius, sum er djóralækni hjá Mateftirlitinum.

 

NRK skrivar, at virusið, sum er staðfest í aliøkjunum hjá Salmari, sum vóru latin aftur í síðstu viku, er í familju við tað útbrotið av ILA, sum rakti Nordmøre í fjør. Toril Lund Celius sigur, at enn er ikki greitt, hvussu smittan er borin víðari, tí forboð verður sett móti at bæði fisk og útgerð út úr smittaðum økjum.