Illgruni um ILA á Hovsfirði

Stórur vandi er fyri, at ILA er komin í ein av ringunum hjá Faroe Farming á Hovsfirði

Størsta orsøkin til kreppuna í føroysku alivinnuni er óivað herviliga fiskasjúkan ILA. Sjúkan hevur noytt fleiri alarar at taka allan fiskin, og nú er nógv, sum bendir á, at sjúkan er farin at gera um seg á Hovsfirði.

Sterkur illgruni
Peter Skou Østergaard, djóralækni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og sum hevur við fiskasjúkar at gera, sigur, at ein endalig niðurstøðu viðvíkjandi støðuni í aliringinum á Hovsfirði var væntandi seint týsdagin, men tíverri var niðurstøðan ikki komin, áðrenn blaðið fór til prentingar. Tó sigur Peter Skou Østergaard, at tað er heilt nógv, ið bendir á, at ILA er komin í ein av ringunum hjá Faroe Farming á Hovsfirði, men meiri vil hann ikki siga.

Verður alt tikið
Hjá Faroe Farming høvdu teir heldur ikki frætt um nakra niðurstøðu hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, men Egil Steintórsson hjá Faroe Farming sigur, at teir hava avgjørt, at allur fiskurin verður tikin undir øllum umstøðum. - Tað er bert tann eini ringurin, ið talan er um, og tí hava vit avgjørt at gera klárt til at taka fiskin sum skjótast, óansæð um talan er um ILA ella ikki, sigur Egil Steintórsson. - Tann ringurin, sum er raktur, er ein ringur, sum vit keyptu við fiski í, og tað kemur ikki heilt bak upp á okkum, at sjúka er í ringinum, sigur Egil Steintórsson.

Ein vanlukka um tað breiðir seg
Um tað skuldi hent seg, at sjúkan breiddi seg kring alla Suðuroynna, kann talan gerast um ein vanlukku fyri alivinnuna. Í ár verða neyvan meiri enn tvær milliónir smolt sett út í Føroyum, og harav hevur Faroe Farming sett góð 900.000 út.
Hesin fiskurin er í ringum á Trongisvágsfirði, og tí skuldi ikki nakar smittuvandi verið fyri tí fiskinum, men sjúkan kann jú breiða seg. Um so skuldi verið, hevði tað verið ein vanlukka bæði fyri Faroe Farming og fyri føroysku alivinnuna, sum tá hevði mist nærum helmingin av tí fiski, sum bleiv settur út eitt ár.