Illgruni um herviliga sjúku í laksi hjá Bakkafrost

Bakkafrost fyrireikar seg nú til at taka tey neyðugu stigini

Í sambandi við regluligt eftirlit hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á einum aliøki í Hvannasundi, er illgruni um at fiskurin er fongdur við sjúkuelvandi ILA virus.

Tað boðar Bakkafrost frá beint nú.

 

Bakkafrost fyrireikar seg til at fremja neyðug tiltøk.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer komandi dagarnar at gera nærri kanningar á aliøkinum, og tey úrslitini verða tøk um nakrar dagar.

 

Á aliøkinum í Hvannasundi svimja 1,2 milliónir fiskar, sum hava eina miðalvekt á 0,54 kg. Hetta gevur ein biomassa á áleið 665 tons, sigur Bakkafrost.