Illgruni um eld á Norðasta Horni

Fyri løtu síðani fóru sløkkilið, løgregla og sjúkrabilar til Norðasta Horn.

Fyri løtu síðani fóru sløkkilið, løgregla og sjúkrabilar til Norðasta Horn. 

 

Eitt hús á Norðasta Horni var á tremur við royki, so boðað varð løgregluni frá, at eldur var í. 

 

Løgreglan, sløkkilið og sjúkrabilar fóru fyri løtu síðani á staðni, men vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað vísti seg, at eingin eldur var í húsunum. 

 

Tey serkønu eru í gongd við at kanna, hví so nógvur roykur er í húsinum. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at illgruni nú er um, at okkurt er áfatt við oljufýrinum.