Illgruni um bilbumbu við Tivoli

Løgreglan í Keypmannahavn gjørdi í kvøld av at biðja øll fara úr Tivoli, tí ein illgrunasamur bilur stóð nærhendis.

Løgreglan avbyrgdi eitt øki kring Tivoli, Tietgensgade og H.C. Andersens Boulevard, tí løgreglsan bar ótta fyri, at ein bumba lá í bilinum. Løgreglan sigur, at eitt ella annað liggur inni í blinum, og og at har eru eisini leidningar og eitt ur.

 

Sambært V2 hevur bilurin polskar nnummarplátur.

 

Sagt verður, at servandir menn hjá herinum eru á veg at kanna bilin, og sambært løgregluni verða vegabyrgingarnar ikki tiknar burtur fyrr enn minst um ein tíma.