Í Bretlandi hava myndugleikarnir handtikið foreldrini at seks børnum, sum brunnu inni í einum húsum í enska býnum Derby fyrr í hesum mánaðinum. Sambært BBC hevur løgreglan tikið foreldrini, tí hon hevur illgruna um, at tey settu eld á.
Fimm av børnunum doyðu í eldsbrunanum, og tað sætta, ein 13 ára gamal drongur, doyði á sjúkrahúsi nakrar dagar seinni.
Myndugleikarnir fingu longu beinanvegin illgruna um, at eldurin var ásettur. Dagin eftir vanlukkuna skrivaðu bretsk bløð, at mamman var undir illgruna fyri at hava sett eld á húsini, og at pápin hevði sett lívið í váða, tá hann royndi at bjarga børnunum. Nú hevur løgreglan tikið foreldrini, samstundis sum hon hevur biðið almenningin koma við øllum upplýsingum, sum kunnu gera, at málið verður loyst, sigur BBC.