Illgruni er um at eldurin var ásettur

Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í eini garasju í Vági. Eldurin varð sløktur, men eigarin hevur greitt løgregluni frá, at hann hevur illgruna um, at eldurin var ásettur. Hann hevur greitt løgregluni frá, at tveir bilar stóðu uttan fyri garasjuna, men at teir hava verið fyri herverki. Samstundis er okkurt jólapynt, sum stóð uttan fyri húsini, stolið – og so kom eldur í garasjuna, alt um eina leið.

 

Løgreglan sigur, at tveir persónar vórðu eisini handtiknir, og avhoyrdir í gjár, tí illgruni var um, at tað vóru teier, sum høvdu sett eld á.

 

Løgreglufólk, sum eru serkøn í brunaviðurskiftum, fara nú til Vágs at vita um tað ber til at staðfesta, hví eldur kom í, og hvar í garasjuni, eldurin er kyknaður. Og úrslitið av teimum kanningunum verða so avgerðandi fyri, hvat meiri hendir í málinum – ella um meiri verður gjørt við tað yvirhøvur.

 

Hetta var triði eldsbrunin í gjár. Í gjár var eisini eldur í eini íbúð í Havn, og somuleðis var eldur í Bilrøkt.

 

Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið stak friðarligt. Tey hava hjálp fólki, sum eru dottin, á føtur aftur, og ein maður datt á sjógv í Vágsbotni, men kláraði sjálvur at koma upp á turt aftur.

 

Men í Havn varð eisini boðað frá herverki á ein bil. Tvey dekk vóru fløt, tá ið eigarin kom bil bilin, men enn er ikki greitt, um onkur hevur stungið hol á tey, ella um luftin bara er slept úr teimum.