Felagið hjá flogternum í Teilandi er sera misnøgt við, at ein sjónvarpsstøð sendir eina røð, har flogternur klandrast um flogskipararnar. Í gjár vóru umboð fyri flogternurnar hjá Thai Airways á skrivstovuni hjá sjónvarpsstøðini við einum formligum mótmæli. Leiðslan í Thai Airways heldur lítið um sendirøðina, tí eftir felagsins tykki er arbeiðið hjá flogternunum meiri álvarssamt enn tað, sum sendirøðin gevur hyggjarunum eina fatan av. Thai Airways og eitt annað teilendskt flogfelag, Bangkok Airlines, ætla nú at senda stjórnini eitt bræv við áheitan um at biðja sjónvarpsstøðina taka sendirøðina av skránni.