Regin av Steinum
Aliringar hava heldur ikki fingið frið. Sostatt er væl hugsandi, at Fiskimálastýrið fer at senda Brimil at beina fyri brimlum annaðhvørt við skotvápnum ella gørnum.
Um ikki bar til at doypa skipið Nólsoyarpáll, ið hevði verið eitt vakurt, hóskandi og sigandi navn, so mátti verið eyðsæð, hvørjum manni skipið skuldi verið kallað upp eftir: Hvør stóð á odda í stríðnum til tess at vinna tjóðini óskerd rættindi á landgrunninum og heilt út á 200 fjórðingar við eftirfylgjandi møguleikum? Somu leiðir, sum nýggja glæstriskeiðin skal verja og røkja.
Okkara fremstu listarmenn fáa nú ? á ellisárum ? eina heiðursgávu frá tí almenna. Tað er so sjálvandi, og veri tað teimum væl unt fyri alt tað, teir hava givið almenninginum, tí enn sum fyrr livir menniskjan ikki av breyði eina. - Toftafólk kallaðu nýggju kirkjuna upp eftir Fríðriki Petersen, býráðið gjørdi William til heiðursborgara í Havn, og vágbingar reistu standmynd av Jákupi Dahl fyri kirkjudurum. Vakurt og rætt, og sømir seg einum mentaðum fólki. At steðga á og minnast tey farnu er ikki tað sama sum ódámlig persónsdýrkan.
Tær almennu Føroyar áttu eisini at minst til undangongumannin Erlend Patursson, og nú var so eitt stak gott høvi til tess. Mátti hóskað serliga væl hjá júst hesum landsstýrinum, ið hevur sett sær høg mál. Ella man tað vera komið av sær sjálvum, at harra Niclasen nú kann fara út í heimin at tosa við teir stóru um veiðirættindi hvør hjá øðrum?
Navnagáva er ein partur av okkara mentan. Gamal siður er at kalla upp. Bæði fólk og fæ vórðu kallað upp. Eisini skip og bátar verða kallað upp. Tí áttu eisini Standfaraskip Landsins at virt eitt hevdvunnið skipanavn og ikki beint tað í gloymskuna. Alt tað, eg veit og minnist, hevur ein Tróndur verið, men nú skal vera liðugt við tí. Hví slapp almenningurin ikki at siga sína hugsan við t.d. eini navnakapping?
Nú verður so nógv tosað um at gera okkum sjónlig fyri útheiminum og fáa meira burtur úr ferðavinnuni. Ofta hava ferðafólk serlig áhugamál t.d. landsins søgu, náttúru ella almenn viðurskifti, og tí liggur eitt ávíst reklamuvirði ella lýsingarmøguleiki í nøvnum, ið hava havt stóran týdning fyri tjóðina. Tað er júst tað, Postverkið ger, tá ið myndevni til frímerkini verða vald.











