Teir 32 menninir, sum fóru í Lítlu Dímun at reka eftir slakti áðrenn tað lýsti fyri degi mikumorgunin, sluppu ikki heimaftur fyrrenn seinnapartin hósdagin, illa tuskaðir at eini skubbutari ferð.
Tað var sluppin Johanna, sum sigldi teir út og hon skuldi eisini føra bæði menn og seyð inn aftur av Oynni.
Líkindini vóru ivasom mikudagin og sum dagurin leið, vísti tað seg, at menninir sluppu ikki av aftur oynni, tí ókyrra var í sjónum. Fjallmenninir lógu tí veðurfastir á Lítlu Dímun hósnáttina.
Men umstøðurnar at vera í Oynni eru góðar og teir hava tvey hús at vera í og har eru bæði soviposar, teppi og gassplátur
Teir flettu eisini tvey lomb at hava til matna, so teir liðu onga neyð.
Tíðliga hósmorgunin fóru teir so undir at fáa seyðin av oynni, men eisini tá vóru líkindini heldur vánalig.
Jóhanna legði seg úti fyri klettin og tók ímóti seyðinum. At føra seyðin millum land og skip brúktu teir vanliga árabátar, men í hósmorgunin tók ein hvirla tann eina bátin, sum hólvdist og sakk. Hvørki fólk ella seyður var í bátinum, tá hann fór, men har var onki at gera uttan bara at hongja hann upp í Johonnu.
Men tað eydnaðist at fáa allar teir 212 seyðirnar umborð á Johonnu í øllum góðum.
Men menninir fingu ein baldrutan túr inn aftur. Nakrir mans fóru fyrst inn við einum minni útróðrarbáti, men restin kom inn við Johonnu.
Vanliga tekur ferðin ein slakan tíma, men hósdagin tók ferðin tveir og ein hálvan tíma.
Johanna gekk ikki meiri enn tvey míl tað mesta av vegnum, onkuntíð var hon heilt niðri á 1,4 mílum, tí tað var so óslætt.
Men klokkan knapt hálvgum trý hósdagin komu teir so tiltuskaðir aftur á Hvalba. Allir mans fóru beint til húsar at skifta og helst fáa sær ein bita, men longu hóskvøldið fóru teir aftur á bryggjuna at fáa seyðin upp og at býta hann. Tað vóru átta seyðir býttir upp á hvørja gyllin.
Sagt verður, at seyðurin er hampiliga væl fyri í ár.
Seinast teir lógu veðurfastir í Oynni var fyri 20 árum síðani, í 1988. Ta ferðina fóru teir í oynna fríggjadag, men sluppu ikki av henni aftur fyrrenn mánadag. Tá vóru ongi hús í Oynni, so teir máttu gista í hellinum, sum er í Oynni og sum hevur verið brúkt sum tilhaldsstað í mansaldrar.
Fleiri myndir av rakstrardegnum í Lítlu Dímun síggjast á www.portal.fo









