Meistararnir í Manchester United eru á veg úr Hull og aftur á Old Trafford. Í viðførinum hava teir trý ógvuliga kærkomin stig. Teir fegnast um, at 3-2 sigurin lyftir teir nærri toppinum, og sigurin kennist serliga søtur, tí í stórum pørtum av tíðini vóru teir illa sperdir. Í síðsta minutti hevði Hull risa møguleikar at javna, men málverjin bjargaði meistarliga.
Longu eftir ein hálvan tíma var støðan 2-2, eftir at heimaliðið longu í 13. minutti var frammanfyri 2-0. Sigursmálið var sjálvmál. Miðskeiðis í 2. hálvleiki legði Luis Antonio Valencia, sum seinni varð rikin av vøllinum eftir at hava sæð gula kortið tvær ferðir, innfyri úr høgru, og miðverjin James Chester sendi illa kroystur bóltin upp í nettakið.
Lyklaspælarin hjá Manchester United var Wayne Rooney, sum legði upp til málið, tá ið Chris Smalling minkaði um munin, og sum skoraði 2-2 málið.
United plagar at standa seg væl um jóla- og nýggjársleitið, og soleiðis sær tað út til eisini at verða hesa ferð. Sigurin í dag var tann triði á rað í landskappingini. Men avrikið í dag og eisini fleiri av undanfarnu ferðunum ber boð um, at David Moyes eigur at umhugsa eftir ársskiftið at styrkja um verjupartin.
Úrslitið í dag ber við sær, at Manchester United er á sætta plássi, áðrenn hinir dystirnir í 18. umfari verða spældir seinni ídag.









