Illa sperdir Gøtumenn

Við nýggjum málverja fara teir hjá GÍ at gera eina roynd at koma av botnsessinum, nú Skála skal royna at taka sín fyrsta sigur í Gøtu

Upptakt

Tað hevur ikki gingist nakað serligt hjá GÍ higaritl í ár. Liðið, sum annars hevur átt fast pláss í føroyska fótbóltsoddinum í nógv ár, tykist eftir fyrstu umførini at vera í beinleiðis niðurflytingarvanda. Og tað er ein støða, sum teir altso ikki eru vanir við.
Í vikuni fór málmans-vikarurin, Hallur Hansen, aftur til Danmarkar, og tá Meinhardt Joensen framvegis er skaddur, hevur GÍ leitað sær nýggjan styrk til plássið. Sum vit skrivaðu í gjár, so hevur felagið fingið fatur á póllendska Marcen Dawid, sum er komin í yvirskot, nú Sumba og VB hava lagt saman.

Fleiri ivamál
Sum skilst, so hava gøtumenn annars allar mans tøkar, og einki er at ivast í, at teir fara at leggja nógv fyri, tá Skála vitjar.
Venjarin hjá Skála er nevnliga maðurin, sum meira enn nakar legði lunnar undir gyltu árini í Gøtu. Og skal metast eftir seinastu 13 mánaðunum, so er Johan Nielsen um at gera tað sama á Skála nú.
Enn hevur Skála tó ikki roynt at vinna í Gøtu, men einki er at ivast í, at tað eru trý stig, sum teir fara eftir. Ikki minst, tí teir vilja reisa seg eftir tapið fyri VB seinast.
Hjá Skála var tað fríggjamorgunin ikki heilt greitt, hvussu standurin hjá leikarunum var. Bárður Danielsen hevur verið skaddur í einar tvær vikur, og hann hevur enn nakað av trupulleikum við fótinum. Nýggi málverjin, Vlada Erlipovic, hevur verið skaddur, men hann vandi so aftur hóskvøldið, og so er spurningurin, hvørt tað verður hesin ella Eugen Voda, sum skal verja málið. Og eisini nýggi verjuleikarin, Jenel Gorgunaru, hevur drigist við skaða. Hann hevur als ikki vant hesa vikuna, og tí er ivasamt, hvørt hann verður tøkur.