Illa sperda HB slapp við skrekkinum

Hóast teir síðsta stóra tíman vóru hamskiftir og við stórum trýsti løgdu verjuleikarnar hjá mótstøðumonnunum út á bera jól, so megnaði KÍ ikki at taka tað aftur, sum teir mistu fyrstu løtuna, tá ið útlit vóru fyri stórsigri til HB

Tað var so dramatiskt, sum tað næstan bara kann vera, tá ið tað eru KÍ og HB, sum spæla. Tá ið Niklas á Líðarenda, sum megnaði torgreiddu uppgávuna sera væl, bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað væl skiljandi, at HB spælararnir vóru ovurfegnir, og at heimamenninir høvdu hug at hanga eitt sindur við høvdinum.
Eftir at talan fyrsta stóra korterið av álvara hevði givið ábendingar um skipbrot hjá illa sperda heimaliðnum, og spøkilsið frá 7-1 HB sigrinum á norðoyastevnu í 1989 tóktist skula broytast til frískan veruleika, so koppaðu leiklutirnir fullkomuliga á, og síðsta stóra tíman var tað heimaliðið, sum var greitt omaná.
Stríðshugurin og áræðið, sum t. d. í Runavík mikukvøldið vóru púra burtur, blómaðu. Klaksvíkingarnir jagstraðu mótstøðumenninar, sum kendu seg so mikið kroystar, at teir ongantíð funnu stevið aftur. Teir høvdu annars tókst rættuliga sannførandi fyrsta korterið, og teir høvdu tvær ferðir fingið fulla úrtøku burturúr. Tað var eisini um reppið, at teir øktu til 3-0, men Kartin Joensen, sum var tryggur í verjupartinum, men hevði ávísar trupulleikar, tá ið viðspælararnir vildu hava hann at taka lut í fótbóltsspælinum, tveitti seg og fekk bent langskotsroyndini hjá Martini Christiansen til horna.
At HB so tíðliga og í sovornari støðu ikki hevði marginalirnar við sær, mundu teir ikki halda bilaði. Teir vóru á odda 2-0, og í báðum førunum vóru teir meistarar fyri at gera fulla nyttu burturúr, tá ið spildurnýggja heimaverjan ikki hevði funnið røttu støðurnar.
Í tí fyrra førinum gav KÍ innkast í vinstru. Rúni Nolsøe sendi innfyri, og eftir tvær ferðir aftur og fram eydnaðist Tór-Ingar Akselsen, sum var sera væl upplagdur fyrtu løtuna, úr eitt sindur spískum í høgru at smekka upp undir nettakið. KÍ var skelkað, HBarnir tóktust kunna gera, sum teir vildu, og tá ið eitt korter var farið, fingu teir eitt fínt mál afturat. Tór-Ingar Akselsen lyfti uttanfyri brotsteigar samankomingina í vinstru mitt innfyri málið, har blanki Rógvi Jacobsen, sum í frástøðuni hjá Andrew av Fløtum var miðframherji, valdi við høvdinum at leggja tvørtur um aftur til uppaftur meiri leysa Rúna Nolsøe, sum setti krúllin undir, og so var 2-0 og alt talaði fyri stórum útisigri.Tað var merkisvert, hvussu leysur Rógvi Jacobsen var, og tað var eisini merkisvert, at tað var, tá ið álopsmaðurin royndi at koma í góða støðu, at John Ryan fór um koll og ongantíð reisti seg aftur á vøllinum.

Funnu íblásturin og opinberaðu veikleikarnar
KÍ royndi desperat at koma afturíaftur, men teir skuldu ígjøgnum ein skelk afturat, áðrenn tað eydnaðist. John Ryan, sum hevur vant nógv síðstu tíðina, og sum er um at koma fyri seg, varð skaddur og varð borin av vøllinum. Leon Bjartalíð varð settur inn á miðvallarplássið í vinstru, og Símun Joensen, sum tóktist trívast væl á miðvøllinum, varð settur aftur í vinstra verjuborð.
Men KÍ fekk fatur á rætta endanum. Arnhold Joensen, sum fyri fyrstu ferð í langa tíð var á miðvallarplásinum í høgru, fann saman í gamla samanspælið við Harley Bertholdsen, Atli Danielsen og Jan Joensen vunnu nógv á miðvøllinum, og tá ið verjuparturin hjá HB hevði verið undir trýsti nakrar ferðir, funnu heimamenninir út av, at mótstøðuliðið væl og virðiliga var at tosa við.
Í høgra verjuborði og í miðverjuni hjá HB var ótryggleikin so mikið stórur, at tað gav Ove Nysted og Hjalgrími Elttør blóð á tonna. Teir vunnu nógvar nærdystir, og teir trýstu mótstøðumenninar at gera mistøk, sum bóru rættuligt órógv í HB verjuni við sær.
Tá ið tíggju minuttir vóru eftir av fyrra umfarinum gav KÍ trýstið úrtøku. Hjalgrím Elttør rak uttanvert brotsteigin og úr vinstru upp á tvørs, so smekkaði hann til, Pól Næs Joensen tveitti seg, men var ov stuttur, og bólturin fór umvegis handaru stólparótina og í málið.

Hepnið fylgdi oddaliðnum
Eftir steðgin legði KÍ fyri í sama giri, sum teir leingi høvdu spælt í. Sum hálvleikurin leið, sleptu teir eitt sindur meiri í verjupartinum. Tað bar onkrar møguleikar fyri HB kontraálopum við sær. Ta einu ferðina var Rógvi Jacobsen púra blankur, tá ið hann eftir innlegg úr høgru lyfti upp um málverjan, men bólturin fór skeivu megin stólpan.
Bæði í 1. og aftur í 2. hálvleiki kolldømdi dómarin KÍ mál eftir deyðbóltsstøður, tí hann metti KÍ spælararnar hava verið óregluligar ímóti HB málverjanum. Tað gjørdi ikki prutlið undir lokinum minni. Intensiteturin var fantastiskur. Aleksander Djordjevic, sum hevði verið í miðverjuni undir liðini á Niclasi Niclasen, ið var sera sannførandi, var í álopinum, har hann og Ove Nysted ofta vunnu luftdystirnar við Jan C. Dam og Símun Eliasen. Onkra ferðina bjargaði HB málverjin væl, fleiri ferðir dansaði bólturin fram ímóti málstrikuni, men KÍ fekk einki mál. Harvið noyddust heimamenninirat ásanna, at kostnaðurin av sera ússaligum fyrsta korteri hevði verið avgerandi. Men avrikið eigur kortini at bera betri vónir fyri framtíðini, enn tað var orsøk til eftir skrædlið í Runavík.
HB spælararnir vóru ovurfegnir. Eftir góða avrikið og vánaliga úrslitið mikukvøldið ímóti grannunum, kendu teir tað sum um, at nú høvdu avrik og úrtøka javnað seg. Men frustratiónirnar yvir strongdina í 2. hálvleiki lótu teir ganga út yvir seg sjálvar. Carsten From, sum frammanundan hevði tiltuskað sær gult kort, tóktist ikki vera í javnvág, tá ið hann í síðstu løtu, áðrenn sjøtul varð settur á teir fimm minuttirnar, sum dómarin hevði lagt afturat, hevndi seg inn á Símun Joensen, sum hevði sent bóltin víðari. Tað sá linjuverjin, dómarin vísti reyða kortið, og harvið hevði HB sektað seg sjálvt. Men tað skuggaði neyvan yvir gleðina, at tað hevði eydnast at vinna alt.

0-1: Tór-Ingar Akselsen 6.
0-2: Rúni Nolsøe 15.
1-2: Hjalgrím Elttør 36.
Dómari: Niklas á Líðarenda
KÍ: Kartin Joensen - Harley Bertholdsen, Niclas Niclasen, Alexander Djordjevic, John Ryan (Leon Bjartalíð, 18.) - Arnhold Joensen, Atli Danielsen, Jan Joensen, Símun Joensen - Ove Nysted, Hjalgrím Elttør
Gult kort: Atli Danielsen
HB: Pól Næs Joensen - Hans á Lag, Eli Thorsteinsson (Jan C. Dam, 46.), Símun Eliasen, Janus M. Joensen - Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Martin Christiansen - Tór-Ingar Akselsen (Bjarni Jørgensen, 86.), Rógvi Jacobsen, Carsten From
Gult kort: Carsten From, Martin Christiansen
Reytt kort: Carsten From 90. (beinleiðis reytt)