Illa særda HB bíðar fuglfirðingum

Ólavsøkudag legði HB rygg til eyðmýkjandi 2-1 heimatap ímóti sandoyingum.

Tað úrslitið ber ivaleyst við sær, at fuglfirðingum, sum týskvøldið vunnu trivaligan 3-0 sigur í Vági, bíðar ein rættuliga stór avbjóðing seinnapartin.

ÍF kemur í Gundadal við stórum sjálvsáliti, eftir at teir týskvøldið vunnu rudduligan 3-0 sigur á Vágseiði.

Abraham Løkin og nógvir av ÍF spælarunum vóru í Gundadali ólvasøkudag, og tá vístu sandoyingar teimum, hvør heilivágurin er, sum skal til fyri at bjóða HB av.

 

Hjá HB hevur vongverjin Pætur Jørgensen verið skaddur. Ikki minst ímóti B71 var hann nógv saknaður í høgra borði.

Hjá ÍF eru allir spælararnir tøkir. Alexander Jovevic hevur gingið við brotnum fingri, men gipsið varð tikið av í vikuni.

 

Hjá ÍF ræður um at fokusera upp á henda dystin, hóast steypafinalan ikki er longri burtur enn komandi fríggjadag.

 

Felags fyri bæði HB og ÍF er tað, at stórar skiftingar seinastu ferðirnar hava verið í verjunum.