DAGPENGAR
Í sambandi við útblakingina úr Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini hava Tita Vinther, Astrid Andreasen og Guðrið Poulsen allar verið í sambandi við Almannastovuni. Og allar eru tær samdar um, at tú ikki bert skalt arbeiða sum úlvur á skóg fyri teimum rættindum tú hevur, men eisini skalt tú vera sera áhaldandi og eisini vera væl skorin fyri tungubandinum.
- Vendir tú tær til Almannastovuna við einum fyrispurningi, uttan mun til, hvør hann er, hevur tú sjáldan kensluna av, at starvsfólkini royna at hjálpa tær. Eingin sigur tað sama og tað virkar sum tey als ikki vita, hvat málið snýr seg um. Tú verður í grundini slept uppá fjall. At vísa okkum til Tryggingarsambandið, sum tey til dømis hava gjørt í mínum føri, vísir, hvussu lítið skil er í og hvussu illa stødd vit eru, sigur Astrid Andreasen.
Tita Vinther tekur undir við henni:
- Har eru líka nógvar meiningar, sum har eru fólk, tað havi eg sjálv upplivað. Í mínum hugaheimi er tað ógvuliga løgið at taka eina sjálvbodna trygging av uttan víðari, og uttan at geva okkum eina frágreiðing.
- Eina ferð mátti eg geva skarvin yvir. Hevði rætt til útgjald, tí eg gjørdist sjúk, men hóast eg hevði sjúkraváttan fekk eg einki. Eg gav upp, tí eg orkaði ikki at stríðast. Mangan havi eg havt ta kensluna, at starvsfólk á Almannastovuni halda, at vit útnytta skipanina, men eg vendi mær ikki til skipanina uttan eg eri noydd og veruliga havi orsøk til tað, sigur Astrid Andreasen.
Tær finnast allar at kunningini, Almannastovan sendi út til viðskiftafólkini í sambandi við broytingina í lógini:
- Kunningin er ógvuliga ófantaliga orðað og hon fær teg veruliga at føla teg illa, sigur Guðrið Poulsen.










