- Vit spæla alt ov illa, og vit fóru at gyppa alt ov nógv. Eisini haldi eg vit lata eitt bíligt mál inn. Í seinna hálvleiki royna vit so at leggja trýst frameftir, og fáa onkran møguleika. KÍ fáa so hinvegin eisini einar tríggjar stórar møguleikar, sigur Bjarni Jørgensen, sum spældi allan dystin í gjár.
Spurdur, hvussu nú sær út framyvir hjá AB, svarar hann:
- Nú hava vit Skála áðrenn summarsteðgin, og har eru trý stig alneyðug fyri at vit skulu hava nakran møguleika.