Illa meiðslaður av eini bjørn

Tá ein norskur drongur, føddur í 1998, stóð á skíð, endaði hann í einari bjarnaholu, har hann varð illa bitin um føtur og kropp. Hendingin fór fram við skíðbreytina við Furnäsdalsberget í Noreg.

- Vit halda, at drongurin hevur skíðað yvir eina bjarnaholu. Bjørnin dró hann inn í holuna og beit hann illa í føtur og ymsastaðni um kroppin.

Tað sigur átaksleiðarin í bjargingararbeiðnum, Emma Ekdal, við heimasíðuna hjá norska blaðnum, VG.

Norska løgreglan sigur, at bjørnin vaknaði, tá drongurin skíðaði yvir holuna. Hon kom út og dró dreingir inn í holuni, har hon leyp á hann.

- Drongurin megnaði tó við egnari hjálp - men illa meiðslaður - at sleppa við lívinum út úr aftur bjarnaholuni, sigur átaksleiðarin.

Drongurin varð fluttur á sjúkrahúsið í Østersund við sjúkraflutningstyrlu.

Í kvøld upplýsir sjúkrahúsið fyri VG, at drongurin eftir umstøðunum hevur tað hampiligt.