Illa klóraðir fuglfirðingar

Í tjúkka mjørkanum úti í Vika, sum á degnum varð doypt til Mjørkadal, megnaði ÍF lítið og einki at gera við eitt væl tendrað heimalið, ið mest sum hevur tendrað jólaljós hjá viðhaldsfólkum sínum

Fótbóltur

 

At spæla við hvítum troyggjum í tjúkkum mjørka er kanska ikki heilt optimalt.

Um tað var hetta, sum var atvoldin, ber illa til at staðfesta, men veruleikin var í øllum førum, at fuglfirðingar høvdu sera ilt við at finna nakað sum helst, tá teir vitjaðu á Argjum sunnudagin.

Millum áskoðararnar var eisini landsliðsvenjarin, Brian Kerr, men hann mundi helst – eins og restin av áskoðarunum – hugsa um, hvar helvtin av dystinum gekk fyri seg.

 

Rasmus og Nikolaj

Vánaliga sýnið darvaði kanska ikki heilt so nógv fyri steðgin, tá támið hóast alt hevði hug at lætta sær nakað av og á.

Bárðir partar royndu at skapa sær nakað fram eftir vøllinum, soleiðis at tey við einum sigri kundu veittra endaliga farvæl til botnstríðið, og tað var AB, sum fyrst á tí slóðina.

Rasmus Nielsen, sum við kvikleika sínum var ein støðug hóttan móti heldur tungu verjuni hjá ÍF, sendi væl innfyri úr vinstru, og so var Nikolaj Eriksen flatur í luftini og til reiðar at stúta bóltin inn.

Eftir hetta læt AB nógv av spælinum til ÍF, og eftir nakrar vandamiklar støður, eydnaðist tað Nenad Saric at javna, tó at hann varð hampuliga væl hjálptur av Morten Overgaard, sum avrættaði skotið.

Málið skuldi kanska veruliga sparka gongd í ÍF, men effektin gjørdist júst tann øvuta.

Onkursvegna fóru gestirnir aftur niður í ferð, og veruleikin er, at hendan ongan tíð varð sett upp aftur.

Longu undan steðginum mundi gingið galið, tá Poul Ennigarð valdi at bíða við at gera fríspark, til Rasmus Nielsen var komin inn í brotsteigin, men Andras Ganga bjargaði tó tí støðuni, tá hann forðaði Stig Roar Søbstad í at skora.

Men eftir steðgin beyð ikki bøtur. Nikolaj Eriksen legði aftur AB á odda, tá hann sera hegnisliga sparkaði returbólt upp undir tvørtræið, eftir at Rasmus Nielsen enn einaferð átti forarbeiðið. Morten Overgaard økti til 3-1, tá hann var kvikastur at fanga leysan bólt eftir horna, og Søbstad økti aftur, tá hann við innaru síðuni stýrdi frísparksroynd frá Janusi M. Joensen í málið.

 

Til reiðar til 2010

At ÍF móti dystarenda minkaði um munin, eftir at Frank Poulsen varð feldur í brotsteiginum, hevði minni upp á seg. Tá var kórið hjá frensunum longu farið at syngja, og tann sangurin steðgar neyvan hetta kappingarárið.

Og veruleikin er eisini, at AB nú heldur skal hyggja uppeftir, tá mál skulu setast fyri seinasta partin av kappingarárinum. Liðini, sum stríðast um heiðursmerkir, eru ikki meira enn hálvan annan dyst burturi, og kann formbarometrið vekslast til úrslit seinastu seks umførini, kann væl vera, at tað hóast alt verða tvey feløg úr høvuðsstaðnum millum føroysku umboðini í Europa.

Hjá ÍF er støðan framvegis tann, at teir ikki kunnu kenna seg heilt tryggar. Við seks stigum aftur til KÍ er framvegis nakað at geva av, men skal nøkur úrtøka verða seinastu seks dystirnar, er í øllum førum neyðugt við einum avriki, sum verður nakað nógv betri enn tað, sum ÍF vísti hesaferð. Og kanska skulu reyðar troyggjur eisini finnast fram, soleiðis at spælararnir finna hvønn annan betur – eisini tá tað er mjørki.