Illa frámerkt blokada

Blokadan hjá arbeiðarafeløgunum í Kollafirði er ikki bara ólóglig, men eisini vandamikil. Í ringum sýni sæst hon ov seint, og eingi frámerki eru, so førarar varnast hana

 

Blokada


Fyri nøkrum døgum síðani ruddaði løgreglan forðingarnar við rundkoyringina í Kollafirði til viks. Løgreglan metti, at hesar forðingarnar vóru ólógligar.

Nú eru fakfeløgini aftur farin at blokera farmaflutningi kring landið. Endamálið er at forða fyri, at verkfalsrakt arbeiði finnur inn í verkfalsrakt øki, og tey meta hetta vera teirra demokratiska rætt.


Illa frámerkt

Tá sýnið er ringt, sum vit hava upplivað seinastu dagarnar við nógvum mjørka í støðum, eru blokadurnar vandamiklar. Førarar verað ikki ávaraðir frammanundan, at forðingar eru á vegnum longur frammi.

Løgreglan sigur, at um nakað stendur á vegnum, so skal tað vera frámerkt, men hetta verður ikki gjørt í hesum førinum.

Í paragraf 28 í ferðslulógini stendur harafturat, at ?uttan loyvi frá politivaldi má ongin lutur leggjast ella setast á veg, sum kann vera ferðsluni til bága, uttan so, at serstøk viðurskiftir gera tað neyðugt?.

Flestu føroyingar vita, hvar teir kunnu vænta sær blokadur, men tað er eingin umbering fyri ikki at hava eitt greitt frámerki nakrar hundrað metrar frá blokaduni, so førarar ikki ivast í, hvat teir kunnu vænta sær fyri framman.

Útlendingar, sum ikki hava kunnleika til hesi innanhýsis viðurskifti, kunnu koma illa fyri av hesum, um teir koyra eftir landsvegnum í ringum sýni.

Politiið sigur, at ferðsluløgreglan fer at kanna hesi viðurskifti nærri fyri at vita, um nakað skal gerast.