Ilic beiggjarnir gjørdu um seg

Flogbóltur, menn: Jugoslaviski venjarin hjá Mjølni var ein hin týdningarmesti spælarin undanfarna kappingarár, og í ár er eisini beiggi hansara at síggja í Føroyum. Hann spælir við ÍF

ÍF ? Mjølnir 1 ? 3

17-25, 19-25, 25-23, 25-27



Mjølnir hevur í ár sera sterkt lið. Manningin er tann sama sum seinasta kappingarár, og tá vann liðið silvur. Í ár er so eisini Rúni Elltør farin aftur at spæla, og tað styrkir um. Borko Ilic er komin aftur úr Jugoslavia at venja klaksvíkingar, og hann var avgjørt besti leikari seinasta kappingarár. Tí verður hildið, at Mjølnir er gullfavorittur hetta kappingarárið.


Gamlir kenningar

Hjá ÍF er nógv broytt síðan liðið vann gull í 1999. Fleiri av leikarunum, sum tá vóru við eru givnir, men gomlu stuðlarnir Bjarni, Kenneth og Bartal eru við aftur í ár, og ÍF hevur umframt hesar frálíku leikararnar eisini fingið fatur á útlendskum venjara. Talan er um Boban Ilic, sum er beiggi Borko Ilic. Boban skal venja flestu liðini hjá ÍF og spæla við meistaradeildarliðnum


Dystargongdin

Nógvir og spennandi dystir hava verið millum ÍF og Mjølnir, og ofta hevur tað verið ÍF, sum hevur drigið longra stráið, og serliga á Kambsdali. Fyrsti dysturin hetta kappingarárið var so millum hesi liðini, og sum altíð gjørdist hann javnur og spennandi.

Mjølnir legði harðliga fyri, og í 1. og 2. setti var eingin ivi um, hvat lið var betri. Mjølnir spældi trygt, og Borko avgjørdi nógvar bóltar frammi við netið. Spælið var kanska ikki so flott, men nóg mikið til at vinna á ÍF. Í hesum fyrstu settunum var tað sum um, at ÍF leikararnir ikki høvdu spælt saman fyrr. Nógvar misskiljingar vóru, og tað darvaði spælinum. So við og við gjørdist hetta tó betur, og Boban gjørdi alt meira um seg, og gomlu dygdirnar hjá ÍF komu til sjóndar.

Í 3. setti var ÍF rættiliga komið fyri seg, og nú tóktist alt púra javnt. Álopsspælið gekk væl, og uppsamlingarnar aftanfyri vóru, sum altíð, sera góðar. ÍF vann hetta settið, og dysturin var um at venda.

Í 4. setti fann Mjølnir góða spælið fram aftur og helt seg frammanfyri heilt upp í 24-17. Sostatt manglaið bara 1 stig í at vinna dystin, men nú stóð fast. ÍF gevst ikki so, og teir megnaðu eisini at koma við í dystin aftur. ÍF vann 8 stig á rað, og støðan gjørdist 25-24. Mjølnir tóktist at standa í stað, men til endans vístu teir tó styrkina, og vunnu settið 27-25.


Brøðurnir

Stóru spælararnir vóru Ilic beiggjarnir. Teir eru sera góðir frammi við netið, og vinna mestsum alt teir fáa at arbeiða við. Boban hjá ÍF tykist kanska ikki at vera í topp venjing, men hann dugir at spæla flogbólt, og verður helst tungur at syfta seinni í kappingarárinum.

Besti leikarin í dystinum var Borko Ilic hjá Mjølni, og alt bendir á, at Mjølnir fer at koma langt hetta kappingarárið.