Ílegugransking í Føroyum - ikki tað sama sum FarGen

Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari í FarGen, hevur verið í tíðindasendingum fleiri ferðir seinastu vikurnar í sambandi við, at Heilsumálaráðið ikki ynskti at veita stuðul uppá 12 miljónir krónur til eitt forprojekt til FarGen. Í fyrireikandi verkætlanini skal eftir ætlan alt genomið hjá millum 100 og 1000 føroyingum kannast.

 

Onkrar av viðmerkingunum hjá Boga kunnu tulkast soleiðis,  at ílegugransking, harímillum genomgransking, í Føroyum kom at blíva av ongum bæði nú og frameftir, um man ikki fór undir FarGen verkætlanina. Somu hugsanir hava eisini onnur borið fram.

 

Ætlanin við hesum skrivi er at kunna um, at føroysk ílegugransking fer fram sum er, bæði av fólki, fiski og verum, og er hetta óheft av FarGen. Øll ílegugransking, sum verður gjørd á fólki, hevur støði í Ílegusavninum sambært lóg. Í dag eru skrásettar 17 verkætlanir, sum fevna um ílegur hjá fólki (www.genetics.gov.fo/00005/00051/).

Sjey av verkætlanunum byrjaðu í 2012-13, og í teimum nýggju verkætlanunum er alt meiri vanligt, at stórir partar av arbeiðinum verða gjørdir í Føroyum.

Ílegugransking av øðrum verum fevnir serliga um tosk, fiskasjúkur, fiskasníkar og um bakteriur (sí til dømis verkætlanirnar 15, 17, 18, 26, 93 á www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=10272).

Hesar verkætlanir verða framdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Fiskaaling og Fróðskaparsetrinum.

Í nógv ár hevur verið gjørligt at gera vanlig ílegu-greining (gensekventering) á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Fiskaaling, men nútímans kanningarhættir eru skjótari og bíligari, tá ið størri kanningar verða gjørdar í senn. Hetta er tað slagið av kanningum, sum FarGen ætlar at gera í samstarvi við Illumina, sum er ein av fyritøkunum, har nútímans greiningartól verða framleidd.

Minst ein av verkætlanunum (nr. 26) snýr seg um at seta á stovn nútímans greiningarhættir í Føroyum.

Í verkætlanarlýsingini verður nevnt beinleiðis, at somu kanningarhættir lættliga kunnu nýtast á vevnað frá fólki. Í ár hevur grunnurin Fiskivinnuroyndir veitt stuðul til eina verkætlan, har genomið hjá sild skal greinast við nútímans greiningarháttum (sí verkætlan 13/00893 á

www.fvg.fo/Files/FVG/F%C3%ADlur/Stuðul/2014/Fylgiskjal%201-verkætlanir-FVR2014.pdf

Avgerð er tikin um, at í samband við hesa kanning skal keypast eitt nútímans sekventeringstól, sum Vinnuframi fíggjar. Tólið fer at standa í nýggja granskarasetrinum iNOVA. Føroyskt-danska íleguvirkið Amplexa hevur týðandi leiklut í verkætlanini.

 

Ílegugransking í Føroyum hevur verið, er, og fer at verða framd av lívfrøðiligum tilfari, harímillum fólkavevnaði, óheft av FarGen, og virksemið  innan føroyska ílegugransking er vaksandi.

 

Tað grør um gangandi fót  í føroyskari  ílegugransking, og  genomgransking kemur at fara fram í Føroyum, um FarGen verður veruleiki ella ikki. Eins og øll onnur gransking er føroysk genetisk gransking tó avmarkað av tøkari fígging og tali av serfrøðingum.

Svein-Ole Mikalsen,

professari í mýlislívfrøði  (molekylærbiologi),

Fróðskaparsetur Føroya