Íleggjari: Bakkafrost er ein fantastisk fyritøka

Bakkafrost er ein fantastisk fyritøka, sum er undirmett. Soleiðis ljóðar tað frá danska íleggjaranum Helge Larsen, sum er redaktørur á íleggingarsíðuni Proinvestor.

Her fyri var Helge Larsen við sum gestur í poddvarpssendingini Millionærklubben, og tað var her, at hann byrjaði at tosa føroysku alifyritøkuna Bakkafrost, sum er á norska keypsskálanum.

 

Norska stórtingið hevur nevniliga lagt eitt uppskot fram, sum vil skatta norsku laksaalifyritøkurnar, og tað hevur víst seg aftur í partabrævakursinum.

 

Men Helge Larsen mælir íleggjarum um ikki at selja síni laksapartabrøv. Her vísir hann serliga á Bakkafrost, sum sambært honum ikki verður rakt av hesum skattinum, av tí at tað er ein føroysk fyritøka.

 

– Nógvir altjóða íleggjarar hava hugsað, at man skal selja síni Bakkafrost-partabrøv, tí tað er norskt, men fyritøkan verður ikki rakt av hesum skattinum, so eg havi keypt upp í Bakkafrost av teirri orsøk. Tað er ein fantastisk fyritøka, sigur Helge Larsen í poddinum, sambært Euroinvestor.

 

Eitt partabræv hjá Bakkafrost hevur í dag eitt virði á 599,5.

 

(Kelda: Euroinvestor.dk)