-Íløgur í undirstøðukervið er natúrligur partur av okkara virkisøki, sigur Palli Ziskason, formaður í Íleggingargrunninum, sum vil vera við til at fíggja Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.
Á tíðindafundinum í Fíggjarmálaráðnum í gjár varð Íleggingargrunnurin nevndur sum ein av teimum, ið kunnu hugast at fara at vera við til at fíggjar báðar undirsjóvartunlarnar, ið skulu gerast næstu árini.
Og tað er ikki annað enn natúrligt, metir Palli Ziskason, formaður í Íleggingargrunninum. Grunnurin var við til at fíggja bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, umframt aðrar stórar samferðsluíløgur og íløgur í føroyska undirstøðukervið.
Íleggingargrunnurin viknaði tó munandi, tá Vága Floghavn skuldi byggjast út. Grunnurin varð fyrst niðurkapitaliseraður við 365 milliónum krónum, ið vórðu brúktar til at byggja út floghavnina, og síðani vórðu 28 milliónir krónur afturat tiknar úr grunninum til at rudda økið við floghavnina fyri gamalt dynamitt.
Kortini vil Íleggingargrunnurin vera ein aktivur viðleikari, nú farið verður undir størstu, einstøku samferðsluútbygging í Føroya søgu.
Almenna tunnilsfelagið, P/F Eystur- og Sandoyartunlar, skal næstu árini gera íløgur fyri tvær milliardir krónur. 400 milliónir krónur koma av fíggjarlógini, hetta til 2024, meðan restin skal lænast.
- Tað er greitt, at við so stórum upphæddum koma vit ikki at vera førandi lániveitari. Men vit vilja tó fegin vera við, um vit fáa ein fyrispurning um tað, sigur Palli Ziskason, formaður fyri Íleggingargrunnin.
Enn hevur grunnurin tó ongan ítøkiligan fyrispurning fingið frá nýggja tunnilsfelagnum, men á tíðindafundinum í Fíggjarmálaráðnum í gjár varð Íleggingargrunnurin tó nevndur positivt sum ein møguligur lánsveitari.
Hoyr samrøðu við Palla Ziskason við at trýsta á pílin undir myndini.
Hoyr samrøðu við Bergur Poulsen, nevndarformann í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, við at TRÝSTA HER.
Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjar- og tunnilsmálum, við at TRÝSTA HER.









