Ein gamal kenningur hjá føroyska landsliðnum, andorianski Ildefons Lima hevur í kvøld sett eitt ótrúligt heimsmet.
Tá Andorra í kvøld tapti 1-2 (0-2) fyri Sveis á heimavølli Í EM-undanbólki I kom 43 ára gamli Ildefons Lima á vøllin í 87. minutti fyri at spæla sín A-landsdyst nummar 135 fyri Andorra.
Ildefons Lima spældi sín fyrsta A-landsdyst tann 22. juni í 1997, tá hann var 17 ár. Tá tapti Andorra í einum venjingardysti 1-4 fyri Estlandi.
Ildefons Lima er tann A-landsliðsleikarin í heimssøguni, ið hevur spælt A-landsdystir í tí longsta tíðarskeiðnum nakrantíð. Metið hjá Ildefons Lima er 25 ár og 359 dagar.
Gamla metið átti waliska Manchester City og Manchester United legendan, Billy "The Welsh Wizard" Meredith, ið livdi millum 1874 og 1958.
Billy Meredith spældi gjøgnum 24 ár og 364 dagar 48 landsdystir fyri Wales. Hetta var millum 1895 og 1920. Tá á døgum vóru eingi EM og HM-endaspøl, og undir fyrra heimskríggi var ógvuliga avmarkað við landsdystum.
Billy Meredith spældi við Manchester City árini 1894-1906 og árini 1921-1924. Hann spældi við Manchester United millum 1906 og 1921. Hann vann tvey meistaraheiti og eina FA steypakapping við United, og eina FA steypakapping við City, og er ein stórleikari í søguni hjá báðum feløgunum í Manchester.
Sveis er annars oddalið í undanbólki I við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Andorra er næstaftast í bólkinum við einum stigi. Men við teimum næstan 26 árunum á A-landsliðnum eiga Andorra og Ildefons Lima eitt ótrúligt met.
##med2##