Ildefons Lima: Bergtikin av Føroyum

Rás2: Liðskiparin droymir um líknandi umstøður, sum Føroyar hava

Ildefons Lima, 37 ára gamli liðskiparin hjá Andorra, bleiv í fleiri mátar ímyndin av vónbrotinum í Andorra, tá vit bara fingu málleysan javnleik. Hann megnaði at fáa øði í okkara spælarar – og viðhaldsfólk – samstundis sum hann var ein av høvðusorsøkunum til, at Føroyar ikki fingu mál.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

Hóast hann er illa lýddir í Føroyum eftur fyrra dystin, so er talan um fittan fryntliga mann at tosa við. Hann kom saman við landsliðnum hjá Anodrra til Føroya í gjár, og er bergtikin av fótbóltsmentanini, sum hann hevur fingið eygað á.

 

Les eisini: (Andorra) Mugu ikki gera mistøk

 

- Tit hava góðar umstøður her. Eg vildi ynskt, at vit høvdu líka góðar umstøður sum tit. Vit sleppa ikki ein gongd at venja á tjóðarleikvøllinum hjá okkum, tí har verður spælt rugby, greiðir Ildefons Lima frá til tíðindafundin í dag.

 

Les eisini: (Vit gita liðið) Ein broyting

 

Hann hevur eisini nógv góð orð at bera okkara spælarum. Hann heldur fyri, at Føroyar spæla góðan fótbólt og tískil eisini favorittar til dystin í morgin. Ein av støðunum, sum gjørdi at føroysk viðhaldsfólk og onkrir spælarar, fingu ilt eyga á liðskiparan hjá Andorra var, tá hann gav Jóan Símun Edmundsson ein alboga.Toftamaðurin fekk gult kort fyri at filma, og eina brotna nøs.

 

- Tað er dómarin sum dømur og tað er ikki oftani, at vit fáa hann í okkara lut. Tað er eisini nakað, sum eg giti at uppliva sum lítil fótbóltstjóð. Hatta var ein avger, sum fall í okkara lut, sigur Ildefons Lima.

 

Hann eigur tvær føroyska landsliðstroyggjur. Eina frá málleysa javnleikinum í 1999, og eina frá málleysa javnleikinum í fjør. Hóast hann er illa lýddur her, so vónar hann at fáa misnt eitt stig og eina føroyska landsliðstroyggju við aftur til Andorra.