Talan er um fýra alistøðir, og tær eru nú í karantenu. Chili samstarvar við kanadiskar kanningarstovur fyri at byrgja uppfyri, at smittan breiðir seg. Herfyri frættist, at ein partur av chilensku alivinnuni varð rakt av ILA-sjúku, men útbrotið er eftir øllum at døma ikki so ógvusligt kortini.
Tað sigur Salmon of the Americas (SOTA).
- ILA-útbrotini er knýtt at fýra alistøðum við umleið 220.000 fiskum. Hetta svarar til umleið 1% av árligu framleiðsluni av laksi í Chili.
Alistøðirnar, sum eru raktar av ILA-smittuni, eru nú í karantenu.
Sambært chilenskum keldum, samstarvar Chiles National Fisheries Service við kanningarstovur í Kanada fyri at byrgja uppfyri, at smittan breiðir seg.
- ILA-útbrotini eru soleiðis eingin heilsuvandi fyri brúkaran, sigur Salmon of the Americas.