- ILA er ikki ávíst aðrastaðni enn í tí eina ringinum, sum boðað varð frá herfyri. Allur fiskurin í ringinum er tikin.
Tað veit heimasíðan hjá Fiskaaling at siga.
Fiskaaling hevur skift orð við Birnu Mørkøre, landsdjóralækna, og hon sigur, at hóast nógvar kanningar, er enn ikki funnið nakað, sum bendir á, at sjúkan hevur breitt seg.
- Kortini standa allar trygdarreglur við, sigur landsdjóralæknin.
Eyka fyrivarni
Birna vísir á, at tey fara at hava ein evalueringsfund hesa vikuna, og tá fara tey at gera av, hvussu farið verður víðari.
Hon sigur, at tað er ov tíðliga at koma við nakrari niðurstøðu enn.
- ILA-virusið livir ikki leingi, men tað er ikki tað sama sum, at allur vandi er av.
Birna Mørkøre sigur, at tey eyka fyrivarni, sum sett vórðu í gildi, tá ILA varð funnið í einum aliringi, eru enn galdandi.
Tað leggur landsdjóralæknin dent á.









