ILA endaliga staðfest í Noregi

Tað váttar norska Matvørueftirlitið í einari fráboðan.

 

 

ILA er nú endaliga staðfest í laksi í alibrúkinum hjá Mowi í Matvika í Sørfold kommunu í Noregi. Tað váttar norska Matvørueftirlitið í einari fráboðan. Tað var annars longu hin 2. juli, at Mowi ávaraði Matvørueftirlitið um, at tey hildu seg hava staðfest ILA í nevnda alibrúki.

Matvørueftirlitið hevur nú endaliga staðfest ILA-sjúkugreining, sum byggir á sjúkueyðkenni, skurðir og nýggj greinaði úrslit hjá Djóralæknastovninum. Mowi hevur nú eisini fingið álagt ymiskar skerpingar, har felagið ikki longur kann flyta fisk úr økinum uttan serliga góðkenning.

Tá ILA nú er staðfest í Matvika, verður skipað eitt verndarøki kring aliøkið til tess at fyribyrgja, avmarka og berja niður sjúkuna. Væntandi er, at eftirlitsøkið fer at fevna um einar 10-20 kilometrar kring aliøkið í Matvika, veit heimasíðan Ilaks.no at siga.

Heimasíðan - www.marinhelse.no - veit at siga, at bókstavirnir ILA standa fyri "Infektiøs Lakseanemi", og hetta er ein álvarsom og smittandi virussjúka, sum bara rakar laks. Sjúkan finst í flestu londum kring heimin, sum reka alivirksemi.

Í Noregi verður roknað við, at í miðal 10 alistøðir verða raktar av ILA-útbroti um árið.