Hóast Rógvi Jacobsen enn ikki hevur verið í týðandi dyst fyri nýggaj felag sítt, so tykjast hesir longu nú hava fingið størri áhuga fyri føroyskum spælarum. Lokalu miðlarnir í Noreg vita at siga, at Hødd nú hevur í umbúna at hyggja nærri at Kristoffur Jacobsen, sum er systkinabarn hjá Rógva.
Kristoffur eigur enn fyrsta A-landsdystin tilgóðar, men fyri KÍ og U21-landsliðið hevði hann fleiri sannførandi avrik í fjør.