Í greinini í Sosialinum 15. januar 2009 gremur umboð fyri Iktus seg um, at tað er so dýrt at sleppa at spæla tónleik í teirra sendingunum.
Aftur her hoyra vit sama grenjið um, at vit eru so fá og smá í Føroyum, at vit eiga at hava serreglur og eiga at sleppa frá at gjalda fyri at spæla tónleik. Og so kemur hetta við, at KODA bara tekur pengar frá føroyinum og bert betalir ca. 10% aftur.
Sannleikin um hetta er sjálvandi, at bert 10% av tónleikinum, sum føroysku rásirnar spæla, er føroyskur tónleikur. Spæla tit meira føroyskt, verður eisini meira í lumman hjá føroyskum tónasmiðum og rithøvundum!
At uppfordra myndugleikarnar at gera eina føroyska lóggávu, sum forðar fyri at goldið verður til rættindahavarnar, er tað reina piratvirksemi. Hevur man ikki ráð at gjalda tað, sum tað kostar, er betri onki at senda, sum Iktus jú eisini skjýtur upp. Ella at spæla gamlan tónleik – ikki 50 ár gamlan tónleik, sum tað stendur í greinini, men 70 ár eftir at lagsmiðurin er deyður er tónleikurin fríur at nýta.
Mín vón er, at lógarsmiðirnir í Føroyum eru so mikið at sær komnir, at teir ikki geva eftir fyri trýsti frá teimum (Iktus, Rás2, Televarpinum osfr), sum bara vilja sleppa bíliga at brúka tónleikin og royna at pakka tað inn við, at so fáa føroyingar nógv meira í sín part.
Tey sum skapa textir og tónleik hava uppiborðið at fáa tað sindrið burturúr, tá teirra tónleikur verður spældur alment. Latið upphavsrættindalógina vera verja hjá upphavsrættindahavarunum og ongum øðrum.