Kristiliga sjónvarpsstøðin IKTUS sendir nú eisini í Klaksvík og Leirvík. Menn hava í tveir dagar arbeitt við at seta sendara og antennur upp á Brúnaskarði, og nú sendir støðin Hetta merkir at øll, sum hava talgildan móttakara ella sjónvarp við talgildum móttakara, kunnu leita eftir IKTUS. IKTUS sendir á netinum hjá R2Net.
Fyri at síggja IKTUS og aðrar fríar rásir, er neyðugt við einum digitalum móttakari og eini UHF-antennu, ið skal vendast móti Brúnaskarði.