Tað var ikki ein yvirgangsatsókn, tá ein maður hóskvøldið skjeyt og drap tvey fólk uttan fyri deildina hjá ísraelska flogfrelagnum El Al í floghavnini í Los Angeles. Tað siga amerikansku myndugleikarnir, men ísraelsmenn vilja kortini vera við, at talan var um eina yvirgangsatsókn.
Ísraelskir ráðharrar søgdu í gjár, at álopið í amerikansku floghavnini var ein liður í herferðini hjá víðgongdum muslimum ímóti Ísrael og ísraelskum málum.
Maðurin, sum drap tey bæði fólkini og særdi sjey onnur, var ættaður úr Egyptalandi, men hevði búð í USA seinastu tíggju árini.