Ikki vist at Tjóðveldi stillar upp til fólkatingið

– Hvørjaferð eitt fólkatingsval nærkast, tekur Tjóðveldi støðu til, um flokkurin skal stilla upp.

 

– Hvørjaferð eitt fólkatingsval nærkast, tekur Tjóðveldi støðu til, um flokkurin skal stilla upp.

 

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

 

Mikudagin boðaði Zakarias Wang frá, at hann fer at stilla upp á uttanflokkalista til fólkatingsvalið komandi, sum verður í seinasta lagi um slakar 11 mánaðir. Zakarias Wang er fullveldismaður, og tí kann roknast við, at hann leitar eftir somu veljarum sum Tjóðveldi.

 

Zakarias Wang hevur fýra ferðir áður stillað upp til fólkatingsval. Í 1971 og 1977 á uttanflokkalista. Í 1994 fyri Frælsisfylkingina og í 2001 fyri Tjóðveldi.

 

– Tað er ikki vist, at tað fer at ávirka okkum, tí vit hava heilt somu tulking av, hvussu fullveldi skal skipast, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at Zakarias Wang heldur, at danir skulu skipa eitt ríkisting í Føroyum, meðan Tjóðveldi heldur, at vit sjálvi eiga at taka hesa avgerð.

 

Tjóðveldi stillaði fyrstu ferð upp til fólkatingsval í 1973, tá Erlendur Patursson varð valdur. Hann varð afturvaldur í 1975, men tapti valið í 1977. Ikki fyrr enní 2001 eydnaðist Tjóðveldinum aftur at fáa umboðan, tá Høgni Hoydal varð valdur. Hann varð afturvaldur í 2005 og 2007, men Tjóðveldi tapti valið í 2011.

 

Høgni Hoydal sigur, at tað ikki er semja millum tjóðveldisfólk um at stilla upp til fólkatingsval. Men tað hevur verið stórur meiriluti fyri hvørja ferð. Tjóðveldi hevur stillað upp til øll fólkatingsval síðani 1973.

 

– Vit vilja sjálvandi ikki lata handan pallin yvir til aðrar flokkar, og tí stilla vit upp, sigur Høgni Hoydal, sum vísir á, at eftir hansara tykki, so eru tað tveir sambandsflokkar, sum eru umboðaðir á hesum palli í dag.