Í hesum døgum standa seks flottir bilar á Torginum í SMS, ið eru við í kappingini Føroya feitasti bilur.
Ætlanin er, at gestirnir í SMS velja tann bilin, ið tey halda vera feitast, men umframt tað, so er ein dómsnevnd mannað við Óla Mouritsen, Magnus Gunnarson og Halleluja-Sofus, ið velja tann bilin, ið teir halda vera feitast.
Millum teir seks bilarnir eru nakrir, ið eru at finna í tí dýrari endanum av bilasløgum. Men sambært Óla Mouritsen, ein av dómarunum, so er tað als ikki vist, at tað verður ein dýrur bilur, ið fer avstað við heiðrinum.
- Tað eru ikki bara dýrir bilar við í kappingini. Vit hava tríggjar dýrar bilar og tríggjar bilar, ið kanska eru keyptir fyri eini 10-30.000 krónur. Tað ber væl til at eiga ein flotta, bíligan bil, um so er, at man dugir at gera bilar flottar. So tað er ikki vist, at tað er tann dýrasti, ið vinnur.
Hóast tað eru seks bilar, ið eru útvaldir, so harmast Óli Mouritsen um, at tað vóru nakrir bilar, ið kanska áttu at hava verið í finaluni, ið ikki sluppu við.
- Satt at siga, so eru tað kanska einir tveir bilar, ið kundu vunnu, ið ikki sluppu við. Orsøkin er, at tað bara passa seks bilar inn á Torgið, og tí máttu vit velja nakrar frá, ið er líka flottir sum teir, ið standa á Torginum, sigur Óli Mouritsen.
Vinnarin av kappingini verður avdúkaður fríggjadagin.