Ikki vist at Bárður kemur heim

Bárður J. Hansen útilokar ikki, at hann kann halda fram uttanlands

Tað kom eitt sindur óvart á í morgun, tá bold.dk boðaði frá tíðindunum um, at Fremad Amager leikarin, Bárður J. Hansen, gevst í felagnum eftir nýggjár.

 

Bárður J. Hansen skifti í summar til júst Fremad Amager, har hann eisini hevur fingið nógva spælitíð. Við bold.dk, segði Bárður J. Hansen í samrøðu, at tað vóru persónligar orsøkir til, at hann nú gevst í felagnum.

 

Eftir tíðindini um Bárð J. Hansen komu fram, eru tað nógv, ið hava sett Bárð J. Hansen í samband við barndómsfelagið Víking. Men eisini HB hevur verið nevnt, sum nýliga hevur sett Sigfríða Clementsen sum venjara. Sigfríður hevur fyrr verið venjari hjá Bárði J. Hansen í Víkingi.

 

Bárður J. Hansen sigur, at hann í løtuni hevur fyrispurningar, og at tað ikki er vist at hann kemur heim til Føroyar at spæla.

 

-       Eg havi onga avgerð tikið um nakað sum helst enn. Hvørki um at koma heim, ella um eg haldi fram uttanlands. Eg havi í løtuni ymiskar fyrispurningar, og helst verður ein avgerð tikin komandi vikurnar, hvat tað verður til.

 

Bárður J. Hansen hevur byrja inni tríggjar dystir á føroyska a-landsliðnum í heyst. Hann byrjaði inni heimadystirnar móti Ungarn og Portugal, umframt at hann byrjaði útidystin móti Sveis.