Í nýggja álitinum til Signar á Brúnni, mælir nevndin til, at lærarar og pedagogar samstarva um seinastu árini undan skúlaaldri og fyrstu árini í skúlanum.
Forkvinnan í Føroya Lærarafelag vil enn ikki koma við viðmerkingum til álitið frá ÚBPN.
- Vit hava enn ikki viðgjørt álitið og tí kann eg enn einki siga, sigur Elsa Birgitta Petersen, ið ikki vil koma við nøkrum enn, so eingin miskiljing kemur í.
Hon vísir tó á, at royndir eru gjørdar innan skúlagátt, t.d. í Havn og í Nólsoy, og har tóku lærarar sær av forskúlanum.
Lærarafelagið metir hettta vera vert at taka støði í og byggja víðari á.










