Allir fýra pakkarnir, sum vápnaðir menn løgdu kring um í miðbýnum í Stokkhólm í morgun, eru nú kannaðir. Eingin teirra innihelt vandamikið tilfar, váttar svenska løgreglan.
Tað var í morgun, at vápnaðir menn løgdu pakkar inn í tveir bankar í miðbýnum í Stokkhólm og søgdu tað vera bumbur. Teir rændu síðani eina veksilsskrivstovu og løgdu eina pakka har eisini. Síðani hevur løgreglan funnið ein fjórða pakka.
Løgreglan heldur, at talan er um eitt toymi av ránsmonnum, sum hava skipað fyri einum neyvt samskipaðum álopi. Enn er eingin tikin.
Avbyrgingin av miðbýnum er tikin burtur, so nú eru tað einans teir báðir bankarnir og veksilsskrivstovan, sum eru avbyrgd.
Les eisini Vápnað rán og bumbuhóttanir í Stokkhólm.









