Ikki verið so illa fyri í 100 ár

Seinastu hundrað árini hevur toskastovnurin undir Føroyum ongantíð verið so illa fyri sum í dag.

Seinastu hundrað árini hevur støðan hjá toskastovninum undir Føroyum ongantíð verið so vánalig, sum hon er í dag. Hjá hýsustovninum er lítið mætari, og gjarna er samanhangur í millum tosk og hýsu.

 

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, vísti á fiskivinnutingi á Sjómannadegnum í Klaksvík á, at undir seinna kríggi, tá lítil roynd varð undir Føroyum, var toskastovnurin so stórur, sum hann ongantíð hevur verið áður (sí talvu).

 

- Orsøkin til, at toskastovnurin undir Føroyum gjørdist so stórur undir seinna kríggi er, at gýtingarstovnurin slapp at veksa, eins og nebbasildin, sum toskur livur av, eisini fekk frið.


Fiskifrøðingurin vísti á, at hóast Føroyabanki hevur fingið frið, er toskastovnurin har kortini ikki komin fyri seg aftur. Spurningurin er so, um gýtingarstovnurin á Bankanum er ov lítil - ella, um sjóvarhitin kanska hevur verið ov høgur í gýtingartíðini hjá toski.

- Hóast økir eru friðað undir Føroyum, er kortini einki øki friðað fyri allan reiðskap alt árið. Tá tilgongdin er lítil vegna vánaligar náttúrligar umstøður - ella ov lítlan gýtingarstovn - er neyðugt at avmarka royndina munandi, segði Petur Steingrund, fiskifrøðingur.