Ikki verið so lítil ísur síðani 1979

Nú er so lítil ísur við Arktis, at sambært granskarum hevur ísurin ikki verið minni síðani 1979. Danski pólgranskarin Sebastian Mernild, sum starvast á Los Alamos National Laboratory í USA, sigur støðuna vera ræðandi.

-Í summar hava Grønland og Norðpólurin mist nógv meiri í enn vanligt orsakað av tí veksandi hitanum á jørðini, sigur Sebastian Merrild við Ritzau-tíðindastovuna.

Í september í 1979 var ísurin meiri enn átta milliónir ferkilometrar, men nú er hann bara 3,4 milliónir ferkilometrar. Tað er 0,75 milliónir minni enn í 2007, sum var tað gamla metið.

Tað er ikki bara á sjónum, at ísurin í Arktis minkar. Í Grønlandi minkaði ísurin óvanliga nógv í summar, og Sebastian Merrild sigur, at hann hevur ongantíð sæð slíkt tey 10 árini, hann hevur arbeitt sum veðurlags- og pólgranskari.

Danski granskarin er ikki í iva um, at veðurlagið verður heitari, og at ísurin fer at minka bæði á sjógvi og landi.