- Orðalagið og mátin, sum tosað verður um flóttar, er ikki i lagi og tær niðrandi viðmerkingar til tey, sum ikki hava eina "neiliga" meining um hetta trupla mál, hoyra ikki heima í einum landi sum sigur seg vera kristið og vil hjálpa.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, á sínari facebook-síðu í morgun.
Hann heitir á fólk um ikki at vera líka ring og fordømandi sum tey, ið fremja illgerðirnar og heitir á fólk um at vísa menniskjaligheit.
- Vit kunnu vera ósamd um mátan, vit hjálpa uppá, um hvørt flóttar skulu til Føroya ella ikki - ella um hjálpin skal veitast á annan hátt enn hús-og friðskjól hjá okkum.
Landsstýrismaðurin ásannar, at flóttafólkamál er ein stór avbjóðing sum í løtuni verður kannað og lýst nágreiniliga.
Hann vísir á, at spurningurin er, hvørt Føroyar yvirhøvur eru førar fyri at taka ímóti flóttum ella ei, og hvussu vit annars kunnu verða við til at hjálpa.
- Endaliga avgerðin um, hvørt vit skulu taka ímóti flóttum í Føroyum, er ein politisk avgerð, sum ikki er tikin og sum neyvan verður tikin, fyrr enn breið politisk støða er hesum viðvikjandi.
Landsstýrismðurin heldur fyri, at páskini eru í hond, og vil hann tí ynska øllum eini góð páskir.
- Vit eiga at minnist tann, sum bað okkum vera fyrigevandi, hava hjartalag, hjálpa teimum neyðstøddu og vísa næstrakærleika og virðing hvør móti øðrum, skrivar Johan Dahl á sínari facebook-síðu í morgun.