Ikki venjari hjá Noregi á hesum sinni

Venjarin hjá FC Keypmannahavn, Ståle Solbakken hevur fleiri ferðir verið nevndur í norskum fjølmiðlum, sum avloysarin hjá Åge Hareide, sum segði landsliðsvenjarastarvið frá sær í heyst. Men hetta verður av ongum. Tað letur seg snøgt sagt ikki gera, fyrr enn sáttmálin hjá Ståle Solbakken við FC Keypmannahavn gongur út. Og tað er ikki fyrr enn í 2011.

 

Hetta staðfesti formaðurin í FCK, Fleming Østergaard ígjár, og í dag staðfestir Ståle Solbakken tað sama. - Aftaná at hava tosað við FCK, so kann eg bara staðfesta, at tað er ein utopi, at eg gerist norskur landsliðsvenjari á hesum sinni. Hetta segði Ståle Solbakken við norska TV2.

 

Aðalskrivarin í norska fótbóltssambandinum hevur havt samrøður við Ståle Solbakken, men ein sáttmála sum landsliðsvenjari hevur ikki verið umrøddur í hesum samráðingunum.