Ikki varandi friður

Tað verður ikki varandi friður í Miðeystri, fyrr enn ósemjan millum Ísrael og palestinar er loyst, og Ísrael letur Sýrialand fáa Golan-heyggjarnar aftur.

-Semjan í ST-trygdarráðnum er sjálvandi eitt framstig, men hon tryggjar ikki frið í Miðeystri.

Tað sigur egyptiski Miðeystur-serfrøðingurin Gamal Abdel Gawad, sum er leiðari á tí viðurkenda al-Ahram stovninum í Kairo.

Hann sigur, at so leingi ósemjan millum Ísrael og palestinar ikki er loyst, verða viðurskiftini í Libanon verandi ótrygg. Ein annar trupulleiki er, at Ísrael sýtir fyri at taka seg aftur úr Golan-heyggjunum, sum Ísrael tók frá Sýrialandi undir krígnum í 1967.

-Fyrr enn hesi bæði málini eru loyst, verður ikki varandi friður í Miðeystri, sigur Gamal Abdel Gawad. Hann sigur, at Sýrialand fer at halda fram við at styðja Hizbollah fyri at leggja trýst á Ísrael, til landið gongur við til at lata Golan-heyggjarnar frá sær.

Gamal Abdel Gawad heldur, at teir víðgongdu felagsskapirnir í Miðeystri fara at halda fram við sínum álopum á Ísrael og ísraelsk mál, til ósemjan millum ísraelsmenn og palestinar er endaliga loyst.

-Tí verður ikki friður í Miðeystri enn, sigur egyptiski serfrøðingurin. Hann ivast eisini í, at vápnahvíldin fer at halda, tí tað slepst neyvan undan samanbrestum millum ísraelska herin og Hizbollah, meðan bíðað verður eftir altjóða friðarherdeildini, sigur hann.

-Hizbollah hevur lovað at binda frið, men vit fáa at síggja, um tað lyftið fer at halda, sigur Gamal Abdel Gawad við Dagsavisen.