Spælandi venjarin hjá KÍ, Jákup Mikkelsen, var vónbrotin eftir ósigurin í Runavík í gjár, tí tá komið var hálvan veg í dystinum, var ljós fyri framman hjá KÍ:
– Vit høvdu ætlað okkum øll trý stigini og tað sá eisini gott út, tá vit vóru á odda 2-0 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki smokkaðu vit saman. Eg haldi, at tað sæst, at vit ikki eru vanir at vinna, og tað vísir seg eisini í hesum dystinum, sigur Jákup.
– Hetta er strævið hjá okkum, og tað fer tað eisini at verða. Vit hava verið rímiliga hepnir við, hvussu úrslitini hava lagað seg hjá hinum, men í longdini gongur tað ikki. Vit mugu royna at skapa okkara egnu úrslit.