Ein av ungu leikarunum hjá H71 er Poul Kjartan Dam. Hann harmast um, at H71 ikki tók møguleikan at koma longur upp í kappingini, nú teir høvdu møguleikan.
- Vit vóru ikki vaknir í dag. Vit vóru alt ov slappir í verjuni og skoraði ikki uppá okkara kjansir, sigur Poul Kjartan, sum ikki vil umskylda seg við unga aldrinum.
- Vit kunnu ikki blíva við at umskylda okkum við, at liðið er so ungt. Vit mugu bara venja harðari og vera meira tendraðir næstu ferð.
Hann hevur tó ikki mist vónina um at náa finaluna.
- Vit satsa uppá at koma í finaluna. Tað eru átta dystir eftir enn, og einki er avgjørt, sigur Poul Kjartan at enda.